Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Brandur best í dag

Oliver Joensen

Av teim útróðrarbátunum, sum Norðlýsið hevur fingið nakað at vita um í dag, hevur Brandur úr Hvannasundi gjørt besta túrin í vekt, teir hava fingið 16.500 pund á 45 stampum. Av veiðuni vóru um 6.000 pund toskur, restin hýsa og hartil sera stór og góð hýsa legði Janus Sørensen, skipari afturat. Skýlisklettur hevði 4.700 pund, Líðhamar 14.500, Dalsenni 3.100, Stakkavík 6.600 og Norðsøki 10.500 pund. Vit hava bert tosað við Brand og Norðsøka í dag, restin av úrslitinum er frá Fiskamarknaðinum.