Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólaguðstænastan í Oslo

Jóhann Lützen

Sunnudagin 8. desember verður árliga føroyska jólaguðstænastan í Oslo. Njál Djurhuus heldur jólarøðuna. Guðstænastan verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church í Møllergata 30 í Oslo, har føroyska jólagudstænastan hevur verið hildin í nógv ár.

Tað er Norsk-færøysk lag sum skipar fyri guðstænastuni, ið byrjar klokkan 15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aftaná guðstænastuna verður kirkjukaffi og høvi at fáa sær eitt prát við aðrar føroyingar og onnur
við tilknýti til Føroyar.

Føroyska jólaguðstænastan í Oslo hevur verið hildin á hvørjum árið síðani fyrst í nítiárunum.