Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stórur steinur leyp av Kjølinum í nátt

Oliver Joensen

Í glopraregninum í nátt ella morgun loysnaði rættiliga stórur steinur undan Gráhamri í Gerðalíð, fór á bólt og støðgaði ikki aftur fyrrenn niðri i trøðni hjá Kjølbro, heilt fáar metrar frá seyðhúsinum har. Sporini oman líðina síggjast, og lopini eru stór/long. Tíbetur varð ongin fólkaskaði ella skaði á seyð í trøðni. Steinurin vigar fleiri 100 kg.