Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólakonsert og onnur tiltøk hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla

Jóhann Lützen

Miðhøllin á Skúlatrøð var fullsett hóskvøldið, tá Tónlistaskúlin hevði eina væleydnaða jólakonsert við góðum tónleiki og dugnaligum næmingum. Ymiskir bólkar spældu jólasangir og annan tónleik. Skúlakórini luttóku eisini við sangi.

Í gjár spældi orkestrið Norðstjørnan til Norðurjól saman við strúkarum. Mánadagin spælir orkestrið Stjørnuskotini til Norðurjól kl. 16.45.

Næmingar fara eisini at spæla á Sjúkrahúsinum, ellisheimum og aðrastaðni.


Tónlistaskúlin ynskir øllum eini gleðilig jól.