Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgni góði: Tað er ”bollar” vit snakka um!!!

John William Joensen

Tá eg sá tølini við tonsum og kilogramum í lesarabrævið frá formanninum í Tjóðveldi flúgva yvir skermin í eini roynd at burturforklára tann veruleika at undanfarna samgonga ”foreraði”  (Orðing sum er uppfunnin av búskaaparfrøði í Havn) meginpartin av uppisjóvartilfarinum til verandi aktørar, fór eg at hugsað um søguna tá tveir av kendastu bakarunum í Klaksvík á sinnið fóru upp á tottast um hvør teirra bakaði bestu bollarnar í býnum.

Teir báðir Helgo Finn og Ki sótu annars væl um sátt, men sum tað onkuntíð kemur fyri, so kunnu neistar fúka ímillum tá handils- og vinnufólk fara at kjakast um ”forrætning”.

Og heita kjaki teirra millum, skal sambært lokalari søgufrøð hava kóka yvir tá Ki, sum hevði bakaríð úti í Klaksvík, reisist frá borðinum og sigur harðliga:

”Eg veit bara tað at sonur mín Helgi (Helgi Mørkøre sáli, var pápi kendu KÍ- og landsliðs hetjurnar Kurt og Allan Mørkøre) sum gongur á skúla í Keypmannahavn, sambært danska lærara sínum – bakar bestu bollarnar í SKANDINAVIA!”

Tá smekkar Helgo Finn, sum var hittinorðaður búðamaður og hevði bakarríð beint heimanfyri Víkarnar, nevan í borðið og sigur:

”Ikki blanda Skandinavia uppí hetta. TAÐ ER BOLLAR vit snakka um!!”

Tá sagt verður at undanfarna samgonga ”foreraði” 80% av tilfeinginum til verandi aktørar, var tað sjálvandi eitt slag á ”taskuna”, ein vurdering ella eitt skønn, sum kanska var yvirmett fyri at ”fremme forståelsen” sum danir plaga at taka til. Rætta talið liggur kanska nærri 75%  – tað kann verða líka mikið.

Um vit – FÓLKIÐ – skullu fáa  bestu úrtøkuna á rokniarkinum, sum búskaparfrøðin í Havn alla tíðina prædikar um, so er eingin ivi at vit skuldu latið tvær ella tríggjar Norðborgir fiskað allan makrelin. Sambært tølum frá Vørn seldi Norðborg fyri í miðal 11  til 12 kr. kg. í 2018 meðan nærmastu kappingarneytarnir lógu niðri á átta krónum og restin lá niðri á seks- og niður á fýra kr. pr. kg..

Taka vit so sildina so er munurin á Norðborg og restini á flotanum uppaftur størri. Norðborg seldi í 2018 sild fyri næstan níggju krónur pr. kg. meðan nærmasti kappingarneytin (sama reiðarríð – Christian í Grótinum) seldi fyri næstan seks krónur pr. kg (triðbestur var Næraberg kr. 4,76 pr.kg í miðal) og restin lá úr fýra krónum niður í 50 oyru pr.kg..

Sambart Vørn fingu húsavíkingar mest fyri svartkjaftin, so um rokniarki skal brúkast til at fáa mest fyri uppisjovar tilfeingið, makrelin, sildina og svartkjaftin, átti undanfarna samgonga at latið alt uppisjóvartilfeingi til Kristjan Martin, Hanus, Gøtumenn Húsavíkingar og kanska tveir afturat (tøl 2018).

Men hóast tað sjálvsagt er umráðandi at politiska skipanin hyggur eftir roknoarkinum og lurtar eftir búskaparfrøðini er fiskivinnan nógv meira samansett/komplex enn búskaparfrøðin einsamøll megnar at útgreina.

Fiskivinnan er ikki einans tøl og kaldar og kensluleysar danskar krónir. Kjarnan í fiskivinnuni er blóð, vøddar, kenslur – ja menniskju. Hesi hava vitan, umsorgan, kenslur, trivnaður og eru partur av einari søguligari tilgongd og einum veruligum livandi lívið.

Tí var tað ótilgeviligt at undanfarni fiskimálaráðharri saman við nøkrum samsintum politiskum spælikammeratum, við einum pennastroki ætlaði at taka tilfeingið frá ”verandi aktørum” (eisini eitt ómenniskjaligt, kalt og kensluleyst orð sum búskaparfrøðin elskar at brúka) og selja hægstbjóðandi.

Um ikki serliga teirbáðir suðuroytartingmennirnir Bjarni og Kristin saman við táverandi andstøðu høvdu fingið trekt tær flestu tennirnar úr hesum villa og fullkomna svaka og harraleysa beistinum hjá Tjóðveldi, var føroysk fiskivinna, sum vit kenna hana farin í hundarnar og verið sølivøra hjá altjóða stórkapitalinum, sum brúkar fiskivinnu sum ”váðafúsa íløgu”.
Men ein tann leysur hundur er ikki til nakra nyttu og tí er átrokandi neyðgut at vit geva hesum nyttuleysa hundinum kúlu fyri pannuna og fáa ein ”hund” sum øll hava álit á og kann gerast ein góður tænari.
 
Bollarnir
Undanfarna samgonga skrivaði út 8 ára rullandi loyvi og tey verða nú broytt til 12 ára rullandi loyvi og samstundis hevur samgongan sum vann seinasta løgtingsval, júst tí at hon vildi broyta galdandi fiskivinnulóggávu, gjørt av at ein partur skal brúkast heldur ikki seljast hægstbjóðandi men útlutast har tað politiskt verður mett at gera mest gagn fyri føroyska samfelagið.
 
Verandi leiðsla í Tjóðveldi hevur fullkomiliga spælt fallit við altíð at leggja set eftir at føra extremistiskan politikk. Høgni Hoydal hevur havt tvey stórmál um hendir: Fullveldismálið og Fiskivinnumál. Og eftirmælið er at hann misti bæði á gólvi – tí altíð var farið eftir kollveltingini.
 
Botnurin hjá Tjóðveldi var náddur í nátt undir aðruviðger av sjálvari løgtingsfíggjarlógini.
 
Bert tí at leiðslan í Tjóðveldi ikki vildi at onkur ávísur ikki skuldi fáa skuldi eingin hava – og úrslitið var at HH saman við tí sum eftir er av Tjóðveldi atkvøddu ímóti landsins fíggjarlóg, so heilsuverk, almannaverk og so fram, høvdu staðið við ongun pengum, um ikki samgongan bar uppskoti ígjøgnum.
 
 
Samgongulimirnir í vinnunevndini, skrivað  í endanum í áliti sínum til Løgtingið at
 
…… Samgongan leggur dent á, at ræðisrætturin á fiskivinnuni til eina og hvørja tíð verður á føroyskum hondum. Mikið kjak hevur verið um útlendskan ognarskap, men við nýggju lógini um sjófeingi slær samgongan fast, at fiskurin í sjónum er ogn Føroya fólks. Verandi útlendskur ognarskapur verður óbroyttur, og nýggir aktørar kunnu í mesta lagi eiga 25%.
 
Fiskivinnan er grundarlagið undir samfelagnum og føroyska búskapinum. Við nýggju lógini fær vinnan aftur støðugar karmar. Við 12 ára brúksloyvum verður aftur møguligt hjá føroyskum reiðaríum at gera íløgur í nýggj og framkomin fiskifør.
 
Umframt nøgdirnar, settar av til vinnuligar verkætlanir, nevndar í grein 15, koma harumframt í kunngerð at verða veittar mongdir av makreli, sild og svartkjafti frá vinnuligum royndum og granskingarkvotum.
 
Samgongan er samd um, at bulurin í skatting av fiskatilfeinginum eru tilfeingisgjøld ella veiðigjøld og í hesum sambandi verður gjørd ein lóg, sum ásetur, hvussu hesi gjøld leypandi skulu ásetast. Henda lógin verður sett í gildi samstundis sum lógin um sjófeingi fær gildi. Tað er sera umráðandi at tryggja, at samlaðu inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum koma at verða á sama støði, sum tá uppboðssølan eisini var galdandi.
 
Harafturat skulu gerast serligar skattareglur, ið fevna um endaliga avhending/ sølu av loyvum og partabrøvum í veiðiliðnum. Hesar reglur skulu koma í gildi í seinasta lagi 31. mars 2020. Í tíðarskeiðnum fram til, at skattareglurnar fáa gildi, verður ikki loyvt at avhenda endaliga ella at veiðiloyvi, ella tilsøgn um at varðveita veiðiloyvi, verður flutt til fiskifar hjá øðrum eigara.

Minnilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, arbeiddu við at fáa breiða semju í lag, tvørtur um andstøðu- og samgongu, men tað hevur tíverri ikki eydnast….
 
 
Galdandi fiskivinnulóggáva varð avtikin á løgtingsvalinum tá veljarar úti um landið serliga í økjum, sum næstan bara livað av fiskivinnuni, søgdu eitt rungandi NOY til uppboðsøluna hjá Høgna og Hermann.
 
At javnaðarflokkurin framvegis roynir at halda lív í einum orðaskiftið sum hevur grivið djúpar gjáir inn í føroysku familjurnar og fiskivinnuna er beinleiðis skaðiligt.
 
Tí óvissan hóttir enntá at fáa kílar inn millum stóru og fremstu føroysku vinnufeløgini, og fara tey at berjast verður føroyska samfelagið, sum vit  kenna tað uttan fyri høvuðsstaðin – niðurbrotið.
 
Tá verða føroyingar allir trælir í egnum landi sum selja pylsur og pannikøkur til kinverjar, japanar meðan vit fortelja feitum og ríkum amerikanarum um kappabrøgd hjá forfedrunum.

 
John William Joensen
Prentari

 

NB: Tá eg nevni kiloprísin sum er upplýstur hjá Vørn, merkir tað ikki at tær fyritøkur í fáa besta kiloprísurin fáa mest burturúr til feinginum. Fyri at finna út av tí má ein útgreina hvøja einstaka fyritøku.