Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskivinnuuppskotið verður broytt

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur verið í Løgtinginum í allan dag og fylgt við, og tað er rættiliga vist, at har kemur ein broyting til uppskotið um fiskivinnulógina millum aðru og triðju viðgerð. Partar av samgonguni eru á einum máli við andstøðuna um, at útlendskur ognarskapur verður útihýstur fyri nýggj rættindi.

Sum Norðlýsið skilir hetta, so gongur broytingin út uppá, at verðandi útlendingar gamaní varðveita síni rættindi, men sleppa ikki at keypa meira. Teir sleppa hinvegin væl at selja, um teir vilja úr føroysku fiskivinnuni. Samstundis sleppa “nýggir útlendingar”, tað vil siga útlendingar, sum ikki hava rættindi í dag, ikki at keypa nýggj fiskivinnurættindi í heila tikið.

Tey reiðaríini, ið hava útlendskan ognarskap inni, eru Framherji í Fuglafirði, sum íslendingar eiga í, og JFK í Klaksvík, sum hollendingar eiga í. Tað verðandi virksemið hjá teimum verður ikki rakt, men framyvir kunnu teir ikki víðka tað, einans minka um tað ella lata tað vera óbroytt í vavi.

Júst smálutirnir í uppskotinum um, hvussu hetta verður skipað, eru ikki greiðir, men Norðlýsið fylgir við málinum komandi dagarnar.

Harleywoodpaint