Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólaskipið á Leirvík kl. 15.00 og á Klaksvík kl. 16.00

Oliver Joensen

Vit hava frætt frá Jólaskipinum. Jólamenninir eru lidnir at pakka jólapakkarnir til børnini. Teir eru eisini ræuliga spentir at sleppa at royna nýggja skoytubánan.

Tá vit tosaðu við jólamenninar í morgun, bóðu teir okkum heilsa øllum børnum og siga, at Jólaskipið kemur á Leirvík í dag klokkan 15.00 og á Klaksvík klokkan 16.00.

Tað hevur gingið sera væl at sigla, veðrið hevur verið gott og jólapakkarnir til børnini eru allir pakkaðir. Teir siga víðari at hesaferð sigla teir heilt inn á Biskupstorg, har alt møguligt verður at minnast jólini við. Tað er ikki so heitt úti, so latið tykkum væl í til eina stuttliga løtu har eisini heiðurin “Ársins Rósa” verður latin.