2019 gjørdist eitt framúr ár hjá KÍ, sum á fyrsta sinni í 20 ár og í hesi øldini tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Ársins leikari og toppskjútti gjørdist 23 ára gamli Jóannes Bjartalíð, og hann hitti Norðlýsið beint áðrenn jól til longri samrøðu, sum kundi lesast í blaðnum. Niðanfyri er brot úr samrøðuni.
23 ára gamli Jóannes Bjartalíð hevur spælt regluliga á besta liðnum hjá KÍ síðani 2015 og sigast má, at hann á hvørjum ári hevur spælt ein stóran leiklut. 2019 bleiv hansara besta kappingarár higartil. Hann gjørdist føroyameistari, ársins leikari í deildini, toppskjútti hjá KÍ og fekk sínar fyrstu A-landsdystir.
Byrjaði á spæliplássinum
– Eg byrjaði at spæla fótbólt sum 4-5 ára gamal. Tá spældi eg uppi á spæliplássinum við Mylnutún og Manni W. Høgnesen var venjari. Uttanfyri venjing spældu vit eisini nógv á hesum spæliplássi. Har vóru leikarar sum Jákup B. Andreasen, Torgeir Petersen, Heri Ósá, Kristoffur Svøðstein og so onkrir eldri ”kúllar” sum Regin Sivertsen, Jón Berg o.a. Tá eg nærum hevði ”búð” í tvey ár á spæliplássinum, so fór eg oman ”á plenina” sum klaksvíkingar siga. Men sjálvvenjingar viðsíðuna av venjingunum hjá KÍ hava altíð fylgt nógv hjá mær, og geva bara gott afturat hjá ungum leikarum. Eg minnist, at eg havi havt Álv Christiansen & Eli Simonsen sum venjarar okkurt av fyrstu árunum, tá eg spældi við KÍ. Men so fekk eg Jóan Paula Jacobsen sum venjara, eg haldi tað hevur verið í smápiltum(sum hevði svarað til U10 í dag), og hann hevði eg allan vegin upp til unglingar/U18. Í unglingum/U18 vóru tað fyrst Eyðun Klakstein og so Erik Nielsen & Oddur Olsen, sum eg hevði sum venjarar, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.
– Í 96-árganginum eru ikki nógvir leikarar, sum framvegis spæla. Í besta hópinum eru eg og Steinbjørn Olsen. Men har vóru fleiri góðir leikarar. Osvald á Marknagili var ein bóltsnillingur og har var Ari Olsen. Ein Jákup Petersen av Viðareiði var rættuliga góður. Hann eins og allir viðoyingar hava okkurt, teir duga tað, og eru øgiliga góðir, men ofta koma teir ikki so langt. Eitt sindur seinni kom ein John Daniel Guðjónsson og so kundi eg eisini nevnt Tummas Eli Jacobsen eins og fleiri aðrar. Vit høvdu eitt fínt lið, men tað bleiv ongantíð til, at vit spældu um FM til tað síðsta, øllum førum ikki tá vit blivu eldri. Síðani spældu vit annaðhvørt ár saman við 97-árganginum og 95-árganginum. 95-árgangurin var ein góður árgangur hjá KÍ fyrr. Har vóru leikarar sum Bárður Hansen, Andrias Sirdal, Tórur Justesen og Poul N. Mikkelsen. Í 97-árganginum vóru m.a. Jóannes K. Danielsen, Torgeir Petersen og løgtingsmaðurin Beinir Johannesen. Við 95-árganginum vunnu vit steypakappingina tvær ferðir og so vann eg mítt fyrsta FM við unglingum/U18, tá eg var dreingjaleikari/U16, men bleiv tikin upp í unglingar, sum tá taldi 94-95 árgangin.
– Av mótstøðuleikarum minnist eg m.a. Brand H. Olsen hjá B71. Eina dystin taptu vit 2-0 á Sandi, har hann skoraði bæði málini. Hjá B36 vóru tað Rasmus Dan Sørensen, Benjamin Heinesen og ein sum æt Sigurð, sum spældi á miðvøllinum hjá B36, men hann spælir ikki longur. Hjá NSÍ vóru tað Betuel Hansen og Meinhard E. Olsen, sigur KÍ-leikarin.
Jóan Pauli Jacobsen havt stóran týdning
Hvør var so tann, sum hevði størsta týdningin í ungdómsárunum fyri, at Jóannes bleiv ein góður fótbóltsleikari.
– Tann sum stendur langt fremst hjá mær er Jóan Pauli Jacobsen, sum eg hevði sum venjara tey flestu árini í ungdómsfótbóltinum. Hann hevði eg leingi og hann hevur lært meg nógv. Hann legði stóran dent á tekniska partin. Alt tað tekniska hjá mær, tað vænti eg, at eg havi lært frá honum. Tað sum eyðkennir meg í dag er nokk tað tekniska, og tað havi eg nokk lært frá Jóan Paula Jacobsen, hóast tað lá eitt sindur í mær áðrenn.
– Eg kundi eitt lagt afturat, at so tók Páll Guðlaugsson øgiliga væl ímóti mær ta tíðina eg vandi undir honum á besta liðnum, hóast eg ongan dyst spældi. Hann lærdi meg nógv á mentala økinum, hvussu tað var í vaksnamannafótbólti, sigur Jóannes Bjartalíð



