Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Líggjas: Vit verða á Klaksvík umleið kl. 13

Jóhann Lützen

Tað er so ringt veður at vit sigla bert 4 til 6 míl, vit eru 55 fjórðingar úr Fugloynni og vænta at verða á Klaksvík eftir middag í morgin, sigur Líggjas Johannesen skipari á Klakki

Skipið fær seg roynt í illveðrinum. Líggjas Johannesen, sum umframt at verða skipari, eisini eigur í skipinum, sigur at Klakkur liggur væl í sjónum.

Tað er Beinir Johannesen, sum er sonur Líggjas, ið hevur tikið myndina. Løgtingslimurin er farin við Klakki á túrinum heim til Klaksvíkar. 

Stórur dagur í Klaksvík í morgin og Norðlýsið verður á bryggjuni og tekur ímóti.