Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vindur í kvøld

Hanus Kjølbro

Tað er farið at merkjast, at eitt lágtrýst við heilt fitt av vindi nærkast.

Vindmátarin í Mykinesi og í Akrabergi siga frá miðalvindi à 15 til 20 m/s úr suðuri.

Vindurin er veksandi í løtuni. Í hesum umfari er hann mestur um 17 tíðina í dag – væntandi um 18 til 23 m/s. Eftir minkar vindferðin eitt sindur.

Tað fer at regna um eina løtu – eitt brúgvalag er ávegis vestaneftir. Tað fer at regna í alt kvøld. Á midnátt fer at slíta í, og ættin fer í útsynning-vestan.

Í nátt veksur vindurin aftur, og í morgin ári eru aftur 18 til 23 m/s.

 

Harleywoodpaint