Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Poul Nolsøe Laksáfoss

Jórun, Bogi og Rógvi

Hjartans takk, kæru tit øll fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, okkara elskaði pápi, verpápi og abbi

 

Poul Nolsøe Laksáfoss

f. 01.08.53 – d. 12.07.19

flutti heim til Harran.

 

Stóra takk til familju, vinir, starvsfelagar og kenningar bæði uttanlands og heima, fyri allan kærleika og trúfesti tit vístu við at vitja, ringja og skriva, meðan Poul Nolsøe var sjúkur.

Takk til palliativa toymið á LS, ið so fyrimyndarliga veitti umsorgan og hjálp, teir síðstu dagarnar Poul Nolsøe livdi.

Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum, Betesda og á grøvini og fyri vakran sang og spæl.

Takk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og til ervið.

Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til Zarepta.

Hjartans takk øll tit, ið komu til jarðarferðina og í ervið. Vit ynskja tykkum eitt av Harranum signað nýggjár.

 

Vegna familjuna

Jórun, Bogi og Rógvi