Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Henry E. J. Jarnskor

Johanna, Bergljott, John Pauli, Bent Leo og Eydna

Eina hjartans tøkk vilja vit veita fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi

 

Henry E. J. Jarnskor

f. 06.08.1933

d. 01.03.2019

andaðist og varð jarðaður.

Tøkk til starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, ið vóru um hann seinastu dagarnar.

Tøkk til starvsfólk hjá Roðanum, fyri alla hjálp og umsorgan ið hevur verið veitt okkum øllum. 
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og takk til Magga sum koyrdi hann. Tøkk til Símun P. Jacobsen og Ova Brim fyri vøkur orð.

Vit takka øllum tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu til, bæði til løtuna í kirkjuhúsinum á Strondum, og til ervi eftir jarðarferðina úr Gøtu kirkju.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til búfólk á Suðurstovu.

Stóra tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

   

Vegna tey avvarðandi
Johanna, Bergljott, John Pauli, Bent Leo og Eydna

Harleywoodpaint