Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Brandur á veg inn á Hvannasund

Oliver Joensen

Fyri lítlari løtu síðani fingu vit samband við Brand. Janus Sørensen sigur, at teir hava 13.000 pund í kvøld nú teir sigla inn á Sund. Vit fóru so seint í nátt, tí eru vit so seinir aftur. Vit hava sum sagt 13.000 pund hendan túrin og harav eru um 6.000 pund toskur. Fiskurin er hampuliga væl fyri. Afturat í dag hava vit bert tveir túrar í ár, annar á 9.000 pund og hin 11.000 pund. Tað er væl at fáa, sigur Janus, men veðrið hevur tó ikki verið serliga blítt við okkum hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum.