Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Soleiðis verður spælt í Klaksvíkskappingini 2020

Jákup Ósá

HB hevur meldað avboð og ístaðin er mest vinnandi liðið í 10’unum við í ársins Klaksvíkskapping.

Klaksvíkskappingin verður leikt 22. og 23. februar. Hetta er í endaspurtinum av venjingardystunum, tí tá eru bara tvær vikur, til landskappingin fer í gongd. Vanligt er, tey trý bestu mótstøðuliðini hjá KÍ frá árinum frammanundan luttaka. Í ár eru tey B36, NSÍ og HB. HB hevur givið avboð, tí hópurin verður á venjingarlegu í Suðuroynni. Ístaðin verður Víkingur við, sum endaði beint aftanfyri HB og sum annars var besta liðið í 10’unum, um vit telja steyp. 

 

Lutakast hevur verði, og dystirnir eru hesir:

22. februar kl. 13.30: NSÍ-B36

22. februar kl. 16.00: KÍ-Víkingur

 

23. februar kl. 13.30: Dystur um 3. plássið

23. februar kl. 16.00: Finalan