Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Avgerandi dystur sunnukvøldið

Oliver Joensen

Skullu kvinnurnar hjá Stjørnuni gera sær vónir um at koma víðari í steypakappingini, skal dysturin á heimavølli sunnukvøldið móti Kyndil vinnast.

Í steypakappingini er Stjørnan í bólki saman við Neistanum og Kyndil. Tvey lið koma víðari í hálvfinalunar. Fyri viku síðani var Stjørnan í Havn og leikti móti Neistanum. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, endaði dystiur við sigri til Neistin. Sostatt er tað ein treyt, at Stjørnan vinnur dystin sunnukvøldið móti Kyndil, og at Kyndil tapur ellar leikar javnt móti Neistanum komandi mikudag.

Hóast Kyndil má metast at verða favorittur til at vinna dystin, so kann alt henda. Liðini hava higartil leikt tveir dystir móti hvørjum øðrum í landskappingini, og hava tey vunnið hvør sín dyst.

Dystsurin í KÍ-høllini sunnukvøldið byrjar kl. 19.00.