Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Effo støðin í heilt nýggjum sniði

Oliver Joensen

Allar støðirnar kring landið hjá EFFO skifta ham hesum søgum. EFFO støðin í Klaksvík er nr. 2 í røðini, ið fær nýtt kollveltandi snið.

Jákup Heinesen, dagligur leiðari á støðini í Klaksvík fegnast um nýmótansgerðina av støðini. Ein stór broyting er eisini, sigur Jákup, at navnið “Fast” fer í søguna, fram eftir tosa vit bert um EFFO.

Hjá okkum viðskiftafólki sýnist alt at vera broytt í EFFO uttan, at trúgvu starvsfólkini eru tey somu, men vøruúrvalið er broytt, starvsfólkini ganga í nýggjum búnum, veggir loft og gólv eru gjørd av nýggjum og harafturat er ein sera hugnaligur krókur, har tú kanst seta teg niður at njóta eitthvørt, ella bara bíða ímeðan automatin vaskar bil tín.

Effostøðin í Klaksvík hevur júst latið upp dyrnar, eftir at stongt hevur verið í nakrar dagar vegna umvæling. Í dag er tí lagaligt at leita sær á Effo støðina at síggja nýggju umstøðurnar. Eitt lítið klípið er ein nýggjur diskur har tað er møguligt at koyra meira streym á fartelefonirnar hjá viðskiftafólkum.