Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Dánjal Petur Hansen

Ruth, Hanna, Esbern og Rúni

Í samband við at okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi, Dánjal Petur Hansen, andaðist og varð jarðaður, vilja vit takka tykkum, sum møttu til jarðarferðina, tykkum, sum hjálptu til við bakstri og servering og tykkum sum góvu blómur og gávur til búfólkini á Heygnum.

Vit vilja eisini takka Kára Lindberg, John Sigurðsson, Magna Jacobsen, Eyðun Elltør og Steinbjørn Jacobsen. fyri troystarorð í kapellinum og í Betesda. Ein serlig tøkk til starvsfólkini í Sambýlinum á Heygnum fyri góða umsorgan.

Familjunnar vegna

Ruth, Hanna, Esbern og Rúni