Føroyski sendimaðurin til Russlands var partur av sendinevndini úr Klaksvík, ið vitjaði Skt. Pætursborg. Hákun Jógvansson Djurhuus heldur vanliga til í Moskva, men hevði tikið tokið teir fýra tímarnar til Skt. Pætursborg.Vit fingu eitt prát við Hákun Jógvansson Djurhuus og hann fegnast um at Klaksvík hevur tikið stig til vinarbýarsáttmála við Skt. Pætursborg.
– Tað at Klaksvík skrivar undir vinarbýarsáttmála við Skt Pætursborg, sum er ein ótrúliga týdningarmikið samstarvspartnari, tí allur útflutningur fer hendan vegin, passar ótrúliga væl inn í linjurnar í tí semjuskjalinum sum landstýrið skrivaði undir við EABS (Euro-Asiatiska samgongan) í 2018, sigur Hákun Jógvansson Djúrhuus við Norðlýsið
– At Klaksvík vitjar politisku skipanina, skúlar og søvn v.m. er óalmindiliga jaligt fyri føroyska sambandið millum Føroyar og Russland. Tað verða sáað nøkur fræ, ið vónandi fara at bera ávøkst, innan fleiri økir. Og serliga innan fyri fiskivinnuna, har Klaksvík er so sterk og sum nú longu eru ítøkilgar ætlanir um vinnuferð, sigur sendimaðurin.
Nógv av teimum stóru forumunum verða høgt raðfest í Skt Pætursborg, t.d verða fleiri stórar messur innan fiskivinnu (SeafoodExpo) og Arktis hildnar her í Skt. Pætursborg. Hetta gevur góðar møguleikar fyri øktari samvinnur, sigur Hákun J. Djurhuus, við Norðlýsið



