Í kvøld var venjingardystur í Gundadali millum tey bæði bestu liðini í fjør.
Eins og í Trongisvági, so bleiv spælt tvær ferðir 35 minuttir. KÍ vann 2-0. Málini skoraðu Sebastian Avanzini og Gulak Jacobsen.
B36-KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Sebastian Avanzini (Upplegg. Jonn Johannessen)
0-2: Gulak Jacobsen
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen – Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Boris Dosljak – Jonn Johannessen, Ole Erik Midtskogen. Seinni komu hesir inn: Alessio Hyseni, Børge Petersen, Gulak Jacobsen, Steinbjørn Olsen og Olaf Hansen.



