Norðlýsið hevur tosað við Norðsøka í morgun. Heri Vang skipari letur væl at fiskiskapinum í dag. Teir hava verið sunnanfyri og hava 12.200 pund, harav heldur størra helvtin er toskur, víðari sigur Heri Vang, at tað var sera óslætt sunnanfyri í nátt men nú er sjógvurin betur.
Eisini tosaðu vit við Oddmar Niclassen, skipara á Bragd. Hann segði at teir hava fyrst nú sett, einar 14 fjórðingar norðanfyri. Veðrið er sera gott. Vit frætta frá Bragd seinni í kvøld.
Fiskikongur higartil í dag er Líðhamar. Vit hava ikki fingið fatur á honum, men Líðhamar hevur verið vestanfyri og hann hevur uppgivið til Fiskamarknaðin 16.200 pund.
Kallanes var júst nú í telefonini, Kári í Kongsstovu, skipari segði, at teir høvdu verið norður úr Barinum í nátt og vóru júst nú lidnir at draga. Eg havi akkurat koyrt á og sett kós á Eiði har vit avreiða til Sjógæti. Vit høvdu 36 stampar við og hara um 10.000 pund, harav tveir triðingar er hýsa.
Meira frá útróðrinum seinni í dag.





