Janus Sørensen, skipari á Brandi sigur, at veðrið var gott sunnanfyri, men nógv alda, umleið 4.500 pund av veiðuni í dag var toskur.
Fyri løtu síðani høvdu vit samband við Líðhamar. Peter Joleif Svøðstein, skipari váttar fyri Norðlýsinum, at við góðum 16.000 pundum í dag, hevur Líðhamar fiska um 16.000 pund hvønn túrin, tríggjar teir seinastu túrarnar.



