Dánjal og Búi, best kendir frá Ævintýrferðini, gera í hesum døgum upptøkur til eina barnasjónvarpsrøð, sum seinni verður víst í seks pørtum.
Dánjal og Búi hava leingið arbeitt við hugskotinum um, at gera barnasjónvarp. Í veruleikanum bleiv hendan verkætlanin sjósett longu í 2017, men steðgur kom í framleiðsluna, sum nú er tikin uppaftur.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, varð fyrrapartin boðin á gátt hjá Norðoya Forminnissavni, sum er karmur um ein part av leikpallinum. Dánjal og Búi nýttu høvið at greiða borgarstjóranum frá, at endamálið við verkætlanini er, at skapa undran hjá børnum og vaksnum. Í sínum bestu rollum fara teir at seta eksistentiellar spurningar, sum teir á ein skemtiligan hátt gera viðkomandi fyri nærum allar aldursbólkar.
Sostatt fara teir at taka dystin upp við annað útlendskt tilfar, sum teir meta, at børn fáa í ríkiligt mát.
Søgurnar, sum fara at mynda sjónvarpsrøðina, verða lýstar ígjøgnum leik og tónleik. Júst tað, sum vit kenna Dánjal og Búa best fyri.
Klaksvíkar kommuna ynskir Dánjali og Búa góða eydnu við framleiðsluni.







