Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Víkingur vann málríkan dyst móti KÍ

Jákup Ósá

Liðini áttu hvør sín hálvleik í góðveðrinum í Sarpugerði í dag.

KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki og førdi 3-2 í hálvleikinum. Men Víkingar svaraðu aftur við góðum seinna hálvleiki, har heimaliðið fyrstu 20 minuttirnar skoraði trý mál. Sostatt vann Víkingur 5-3 frammanfyri mongu áskoðarunum. 

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Alessio Hyseni, Boris Dosljak – Patrik Johannesen, Ole Erik Midtskogen. Í hálvleikinum og gjøgnum seinna hálvleik komu hesir inn:Steinbjørn Olsen, Børge Petersen, Ólavur Niclassen og Gulak Jacobsen.

 

Víkingur-KÍ 5-3

0-1: Alessio Hyseni

1-1: Andreas L. Olsen (Upplegg. Ingi Jonhardsson)

1-2: Boris Dosljak (Upplegg: Ole Erik Midtskogen)

2-2: Sølvi Vatnhamar (Upplegg: Lukasz Cieslewicz)

2-3: Patrik Johannesen (Upplegg: Boris Dosljak)

3-3: Andreas L. Olsen

4-3: Lukasz Cieslewicz

5-3: Andreas L. Olsen