So steðgaði góða útróðrarlagið nakað. Í morgun liggja stóru útróðrarbátarnir. Heri Vang skipari á Norðsøka segði við Norðlýsið í gjárkvøldið, at teir fóru ikki út aftur í dag, tí prísurin á hýsuni var so vánaligur at tað loysti seg illa at loysa, sjálvt um teir í gjár komu aftur við góðum 9.000 pundum harav meginparturin var hýsa.
Av Fiskamarknaðinum verður sagt, at vanliga, so er hýsuprísurin lágur í seinnu helvt av januar og í byrjanini av februar. Í tí stóra, so hava vit bert ein marknað fyri hýsuni, og tað er enski feskfiskamarknaðurin. Við toskinum er annarleiðis, har eru fleiri ymiskir útflutningsmøguleikar. Er prísurin lágur í Onglandi og Skotlandi, so ber til at flyta á europeiska marknaðin í staðin. Harafturat er eisini saltfiskamarknaðurin.
Ímeðan toskurin liggur um 20 krónur fyri kilo í dag, so er hýsuprísurin heilt niðri á 7 krónum fyri kilo. Fyri stuttum fekst tú 28 krónur fyri kilo av ávísari stødd av hýsu, so her er stór broyting.
Ímeðan tað rekur hart á kíkin við hýsuprísinum, so velja útróðrarmenninir at minka um veiðuna av hýsuni.



