Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kortspælið um makrel, sild og svartkjaft

Jóhann Lützen

Óli Samró, búskaparfrøðingur og stjóri í Fishfacts hevur fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld kl. 19.30

Komandi tíðina fara londini í Norðuratlantshavinum at spæla kort um nógvar milliardir. Tað verður eitt hart stríð. Makt og snildi verða brúkt at fáa mest hvør til sín.

Framløgan hjá Ola Samró, FISHFACTS, verður um stríðið millum londini í Norðuratlantshavinum, serliga eftir at BREXIT er veruleiki.

Spurningurin er, hvørji makrel, silda- og svartkjaftakort hava Føroyar, Bretland, Norra, Ísland og ES. Hvør dugir best at spæla síni kort?

HVAR: MIÐHØLLIN Á SKÚLATRØÐ   NÆR: 17. FEBRUAR KL. 19.30