Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnulívsráðið netverksfund á Hotel Klaksvík

Jóhann Lützen

Í morgin fyrrapart bjóðar Vinnulívsráðið til afturvendandi netverksfund. Hesaferð verður framløga við Jimmy Sell úr danska Uttanríkisráðnum

Jimmy Sell er toymisleiðari í danska Uttanríkisráðnum. Hann fer at tosa um, hvussu skapt verða sambond millum fyritøkur, millum almennar lóggevarar í ymiskum londum, og hvussu teir geva ráð á donskum sendistovum . Eisini fer hann at greiða frá sektor-stratigium, og hvussu samskipað verður millum fyritøkur í privata vinnulívinum, um ymiskar tørvir í londunum og vísa á útflutningsmøguleikar til londini, kemur inn á innlendissamstørv millum fyritøkur o.a.

Fundurin er fyri limir vinnulívsráðsins.