Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Roktúrur hjá Norðsøka – avreiðir 18.000 pund um eitt bil

Oliver Joensen

Norðsøki hevur gjørt ein sera góðan túr í nátt. Heri Vang skipari sigur, at teir hava verið norðanfyri í nátt og avreiða um ein hálvan tíma. Tað nógva  er hýsa, sigur Heri, eg haldi at vit hava um 6.000 pund av toski.

Líðhamar hevði góð 9.000 pund, Stakkavík, Bjørgvin og Bragd hava uppgivið ávikavist 12.300 pund, 7.100 og 6.000 pund til Fiskamarknaðin.

Lítið av rognum hevur verið í fiskinum og hartil hevur prísurin verið so lágur, at summir taka als ikki rogn.