Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kasper Hjulmand vitjar KÍ

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Komandi A-landsliðsvenjarin hjá Danmark vitjar KÍ hetta vikuskiftið.

47 ára gamli Kasper Hjulmand hevur m.a. vunnið danska meistaraheitið við FC Nordsjælland og eisini hevur hann verið venjari hjá Mainz í Týsklandi. Fyri nøkrum mánaðum síðani bleiv hann valdur av DBU at standa á odda fyri danska landsliðnum eftir EM-undankappingina í summar. Talan er sostatt ikki um ein og hvønn sum vitjar KÍ.

Í gjárkvøldið hevði hann eina sera áhugaverda framløgu fyri KÍ-sponsorum og øðrum gestum á KÍ-loftinum. Í dag fylgir hann venjingini hjá KÍ og gevur KÍ-venjarunum íblástur. Tá Norðlýsið var á staðnum og tók myndir, tá høvdu Kasper Hjulmand og Mikkjal K. Thomassen fakligt kjak áðrenn venjingina hjá KÍ í dag.

Kasper Hjulmand skal eftir ætlan eisini síggja stórsteypadystin millum KÍ-HB í morgin. Norðlýsið hevur meir um vitjanina hjá Kasper Hjulmand í blaðnum mikudagin, har vit koma inná okkurt, sum hann legði fram fyri gestunum í gjárkvøldið.