Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórsteypadystirnir aftur útsettir

Jákup Ósá

Eingin fótbóltur sunnudagin.

FSF skrivar soleiðis:

FSF og Lions Club hava avgjørt, at stórsteypadystirnir kortini ikki verða spældir sunnudagin 1. mars. Dysturin hjá monnum er nú fluttir til týskvøldið 3. mars, meðan kvinnurnar spæla leygardagin 14. mars

Tað verður neyvan nakað fótbóltsveður á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 1. mars. Tí hava Fótbóltssamband Føroya og Lions Club avgjørt, at stórsteypadystirnir, ið upprunaliga skuldu vera leygardagin, men vegna veður blivu útsettir til sunnudagin, ikki verða spældir sunnudagin kortini.

Stórsteypadysturin hjá monnum verður ístaðin spældur týskvøldið 3. mars klokkan 19:00, meðan dysturin hjá kvinnum verður spældur leygardagin 14. mars klokkan 16:00.

Í báðum føri eru tað KÍ og HB, ið besta saman. Klaksvíkingar vunnu føroyameistaraheitið fyri bæði kvinnur og menn í 2019, meðan HB vann kappingina um Løgmanssteypið, og steypakappingina hjá kvinnum.

Innkomni peningurin frá atgongumerkjasøluni til stórsteypadystirnar verður á hvørjum ári latin til okkurt vælgerandi endamál, og í ár fara pengarnir til Felagið fyri lesi- og skriviveik.