Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vunnu 3-2

Jóhann Lützen

Talan gjørdist um spennandi 5 settara á Kambsdali í dag

ÍF vann fyrsta sett, Mjølnir tey bæði næstu og so javnaði ÍF aftur. Tí skuldi seinasta settið til og tað vann Mjølnir 15-9. 

Tað sermerkta við hesum dystinum var, at leikandi venjarin hjá Mjølnir Phil Freere ikki leikti við, tí hann legðist sjúkur við krími tíðliga í morgun. Ístaðin leikti blaðungi Ólavur Johannesen allan dystin. Hann spældi libero og tað merkti at 17 ára gamli Símun H. Poulsen, sum vanliga spælir libero, var koyrdur á kantin at leika.

Ólavur er einans 16 ára gamal og hann kom betur og betur við, sum dysturin leið. Hann gjørdi sær týðandi royndir og fær smakkurin av meistaradeildsdysti óivað unga mannin, at kýta seg enn meira. 

Settúrslitini vóru: 14-25, 25-20, 26-24, 12-25 og 15-09