KÍ loftið verður karmur um árliga tilmeldingardagin hjá KÍ, sum verður í dag, 2. mars, frá kl 17:00 til 19:00
Tilmeldingin kemur at verða í KÍ loftinum, har børn og ung gjalda lima- og leikaragjald. Tilmeldingardagurin verður frá kl. 17.00 til 19.00.
Kostnaður:
- Barn nummar 1 kr. 900,-
- Barn nummar 2 kr. 600,-
- Barn nummar 3 kr. 200,-
- Børn undir 6 ár kr. 500,-
Umframt at gjalda kontant ber eisini til at gjalda við korti (Visa og MasterCard) og flyta á konto 9865 1027705
Vit síggja fram til eitt gott og spennandi kappingarár.
Vælkomin Koyr á KÍ!



