Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SPEKT letur skrivstovu upp í Klaksvík

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 6. mars letur løggilda grannskoðanarvirkið SPEKT upp skrivstovu við Stangaskákið 1 í Klaksvík, har almenn móttøka verður frá klokkan 15 til 17, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Norðlýsið fekk orðið á ein av eigarunum av SPEKT, Jóhannes Færø, statsaut. revisor, sum verður ábyrgdarhavandi av skrivstovuni í Klaksvík.

Jóhannes fegnast um, at teirra virki nú letur upp deild í Klaksvík.

– Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð og eru ógvuliga fegin um at kunna lata upp hesa skrivstovuna í Klaksvík, og vit vóna, at nógv koma á gátt til móttøkuna frá klokkan trý til fimm í morgin, fríggjadagin.

– Dagligur leiðari verður Rói Herup Olsen, sum fer at manna deildina saman við umleið trimum øðrum, upplýsir Jóhannes.

 

– – –

 

SPEKT hevur nógv viðskiftafólk norðanfyri og við skrivstovuni í Klaksvík verður tað lættari hjá viðskiftafólkum at koma á gátt, samstundis sum tað verður møguligt hjá SPEKT at veita eina enn betri tænastu. Á skrivstovuni koma fýra fólk at hava sítt dagliga arbeiði.

Á SPEKT gleða tey seg at bjóða sínum viðskiftafólkum, veitarum og samstarvsfelagum vælkomnum í nýggju hølini, og bjóða øllum áhugaðum til almenna móttøka fríggjadagin 6. mars frá klokkan 15 til 17.

SPEKT er eitt løggilt grannskoðanarvirki, sum umframt at grannskoða veitir tænastur so sum skatt, bókhald, MVG, roknskap, XBRL, KT-grannskoðan, vinnuráðgeving v.m. Kundaskarin er breiður og fevnir um bæði persónar, vinnuvirki, landsstovnar og kommunur.

SPEKT hevur ein starvsfólkahóp við breiðum arbeiðsroyndum. Starvsfólkini hjá SPEKT dagføra støðugt sína fakligu vitan, og tískil kunnu tey bjóða kundum sínum eina dygdargóða grannskoðan og framhyggjandi ráðgeving.