Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barna- og Ungdómsvirðini endurskoðast

klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna orðaði í 2014, saman við børnum, ungum og viðkomandi áhugapørtum, barna- og ungdómsvirðir, har luttakararnir komu við teirra tankum um, hvat er viðvirkandi til eitt gott barna- og ungdómslív.

Tíðirnar broytast, og hetta skapar ein tørv á at endurskoða og dagføra virðini. Trivnaðarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu hevur tí samtykt at fara undir at endurskoða barna-og ungdómsvirðini, og verður nú farið undir hetta arbeiði.

Talan er um eina tilgongd við verkstovum, har starvsfólk, ið starvast innan barna- og ungdómsøkið, børn, ung, foreldraráð, ítróttarfeløg, frítíðarfelagsskapir og aðrir viðkomandi partar fáa høvi til at siga sína hugsan.

Síðani verður alt tilfarið savnað, og umboð fyri ymsu partarnar fara at gera niðurstøður, sum síðani verða lagdar fram fyri øllum luttakarum til góðkenningar.

Endurskoðaðu barna-og ungdómsvirðini verða seinni í ár løgd fyri trivnaðarnevndina børn & ung til samtyktar.

Allar verkstovurnar vera í komandi viku.

Barna- og ungdómsvirðini, sum eru galdandi í dag, kunnu lesast her.