Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, hevur júst boða starvsfólkunum á Glasi frá, at námsferðin hjá teimum, sum fóru til Lissabon í Portugal síðsta hósdag, er blivin stytt.
Heimferðin er framskunda frá fríggjadegnum 13/3 til mikudag 11/3.
Hetta er grundað á herdu tiltøkini í Danmark, og tað at Portugal bleiv broytt frá grønum til gult øki, ið merkir serligt varsemi, eftir fráferð úr Føroyum.



