Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pápi: Gott at vit hava Atlantic Airways

John William Joensen

– Eg eri ikki vænur at skriva viðsmerkingar til kjak á Facebook, men nú klari eg ikki at halda mær, skrivar Elian Eltør, sum í gjár fekk dótturina heim úr Danmark við flogfari hjá Atlantic.

– Eg eri sera glaður um at føroysku myndugleikarnir ikki hava steðga flúgvingini millum Føroyar og Danmark. Tí kundu vit í gjár fáa dóttur okkara heim, sum gongur í efturskúla í Danmark og sum nú er stongdur vegna coronavirus. Hví øll hini eru komin heim veit eg ikki, men at lata ungdómin vera einsamøll í Danmark uttan familju er ikki well – kann eg fyristilla mær.

– Vit kenna ikki til tær ymisku støðurnar hjá hesum fólkum sum eru komin heim.

– Ein stórur partur er kanska ung lesandi føroyingar sum komu heim til familjur sínar, ella pápar og mammur sum starvast uttanlanda og nú koma heim at verða hjá familju síni meðan smittuvandin herjar.
 
– Eg haldi at føroyingar heldur eiga at taka væl ímóti teimum og takka starvsfólkum umborð á flogførunum fyri at halda sambandi millum Føroyar og umheimin koyrandi.
 
– Annars kann eg leggja afturat, at sjúkratekin vóru eingin, men tey eru farin í sjálvbodna karantenu, skrivar Elian Eyðunsson Elttør.