Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avbyrging er ikki haldbart í longdini

John William Joensen

Amerikanskur lækni ávarðar móti heilsutrupuleikum sum kunnu uppstanda í samband við avbyrging

Dr. Simon Wildes, serfrøðingur í smittandi sjúkun, sum starvast á Sout Shore sjúkrahúsinum í amerikanska býnum Boston, ávarðar at avbyrging bert kann brúkast sum verja móti smittum í avmarka tíðarskeið.
– Avbyrging kann bert brúkast sum vápn móti smittu í styttri tíðarskeið.
– Tað er sera trupult at brúka avbyrging í eitt longri tíðarskeið, tí serliga sosialu og fíggjarligu avleiðingarnar gerast so ógvusligar.
– Avbyrging setur eisini hørð krøv til mentalu støðuna hjá fólki.
– Tí er sera umráðandi at halda eyga við mentalu støðuni hjá teimum sum verða avbyrd og hjá teimum sum eru um hesi fólkini og hjá heilsustarvsfólkum sum arbeiða við smittaðum fólkum.
 
– Øll sum mugu fyrihalda seg til eina kreppustøgu kunnu gerast óttafull/bangin, sum so aftur kann gera støðuna verri.
– Fólk kunnu fáa trupuleikar við at eta og sova og kann sera lætt føra til økta alkoholnýtslu.
– Eisini kunnu fólk fáa størri trongd til at roykja og til at brúka sterkari rúsandi evnir.
– Avbyrging hevur sum heild eina nfgativa ávirkan á mentalu heilsuna hjá fólki.
 
Heilsuráð: Slá kalt vatn í blóðið
 
Paul Slovic, sum starvast í lærda háskúlanum í Oregon sum  professari í uppfatan av vandastøðum, hevur hesi ráðini.
– Vit skullu ikki sløkkja fyri kenslum okkara.
– Men tað er umráðandi at vit fáa tamarhald á kenslunum.
– Umráðandi er at finna saman sum familja ella saman við vinfólkum. Taki tykkum av tykkum sjálvum  og hvørjum øðrum og kanna hvussu tú kanst fáa ráðgeving ella hjálp skuldi tað gjørt neyðugt.
 
Og eitt afturat:
 
– Kennur tú teg ovbyrjaðan – tak so “eitt skritt aftur” anda djúpt nakrar ferðir – og halt teg serliga  burtur frá sosialum miðlum og fá samband aftur við familju og vinir og tey tú ert góður við.
 
Fylgja vit heilsuráðum frá mynduleikum og øll bera seg rætt at kunnu vit veruliga bjarga mannalívum og fáa avmarka smittuvandar so coronavirusin ikki spreiður seg skjótari.

Harleyfacadeacryl