Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið arbeiðir heimanifrá

Jóhann Lützen

Norðlýsið kemur út sum vant mikudagin í allar postkassar í Norðoyggjum, til haldarar aðrastaðni og í sølubúðirnar kring landið

Vit á Norðlýsinum fylgja eisini tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum. Vit arbeiða allir heimanifrá næstu tíðina. Blaðið verður gjørt liðugt í dag og verður borið út mikudagin til øll húski í Norðoyggjum. 

Tilfar og lýsingar til blaðið skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi kl. 15 í dag. Sendi lýsingar á lysing@nordlysid.fo ella ringið á 742222. Tilfar kann sendast á info@nordlysid.fo og ringjast kann á høvðusnummarið 456285.