Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Støðan er góð her á Kósavirkinum

Oliver Joensen

Tað sigur ein positivur og hugagóður stjóri á virkinum, Jógvan Hansen. Virkið koyrir sum tað skal. Saltfiskurin koyrir og arbeiðið við upsanum koyrir eisini sum tað eigur. Tó eru onkur av starvsfólkum okkara í sóttarhaldið, men vit vita ikki um nakran av okkara, ið er blivin sjúk ella sjúkur.

Fyri at bøta um heilan fingur, hava vit umskipað mannagongdir. Eitt nú taka vit ikki í móti vitjandi fyri tíðina. Vit gera ikki mat á kantinuni og vit hava umskipað tær ymsu vaktirnar, soleiðis at fólk koma sum minst í samband hvørt við annað. Harafturat fylgja vit áheitanunum frá Landslæknanu og Heilsumálaráðnum.

Sjálvandi hava vit eisini avbjóðingar í hesum døgum. Men hetta er ein tíð vit skulu ígjøgnum, og vit taka ein dag í senn.

Sum sagt, so framleiða vit hvønn dag og bátarnir hjá okkum eru úti, so samanumtikið kann eg siga, sigur Jógvan Hansen, stjóri á Kósavirkinum at enda, at støðan her er góð.