Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hesar halda eisini “steaminum uppi”

Oliver Joensen

Seinnapartin í dag á Borðoyarvík. Tað ræður um at vera virkin. Hesar fóru útí og søgdu okkum frá, at tær plaga at svimja tvær ferðir um vikuna, onkuntíð tríggjar ferðir.

Tá tær góða løtu seinni, stóðu í einum tómum neysti omanfyri, framvegis í svimjiklæðunum, kundi eg ikki lata vera við at spyrja, um tað ikki var kalt. Nei, søgdu tær við ein munn, tá tú hevur verið úti í, verður tú ikki køld.

So ikki øll ganga bara og krúpa í hesum døgum.