Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hugnaðu sær á motorsúkklu

Oliver Joensen

Hesir garparnir stóðu niðanfyri Gamla Kirkjugarð við Vágstún í dag. Teir søgdu okkum, at teir plaga at koyra ein túr úr Havn til Klaksvíkar onkuntíð sunnumorgun. Túrurin plagar at enda á Amarant, men tað bar ikki til í dag, tí steðgaðu teir her í góðveðrinum.

Í fjarstøðu fingu vit tó spurt um hvussu nógv teir gjørdu burturúr koyritúrum. Jú, bleiv sagt, vit hava bæði verið í Íslandi og í Danmark, eisini í Italiu, so vit koyra uttanlanda næstan á hvørjum ári. Planurin er eisini at fara í ár. Um hálvan júli, man fara at ganga aftur at fara ein túr við súkkluni til Italia.