Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kalt í kvøld

Hanus Kjølbro

Vesturætt í gjár, útnyrðingur í nátt. Í dag er tað norðan ella har á leið.

Tað var eitt sindur av vindi í gjárkvøldið. Í miðal var tað skrið við stormi í hvirlunum. Onkunstaðni var meiri enn tað í løtum.

Í nátt hevur hann ligið av útnyrðingi. Vindferðin hevur verið um 15 til 20 m/s, og so kavaæl. Soleiðis er, tá ið køld luft kemur úr Norðureysturgrønlandi.

Í morgun er eitt brúgvalag við kava komið norðaneftir. Tað er køld luft sum trýstir á ta eitt sindur heitari, sum hevur verið á okkara leiðum í nátt. Har tær ymisku luftnøgdirnar møtast er avfall. Hitin ger av, um tað regnar ella kavar. Í morgun kavar.

Brúgvalagið rekur suður um Føroyar um í morgun – um 10 tíðina slítur í norðanfyri. Ein tíma seinni ella so sunnanfyri.

Tá ið tað er slitið í, fer vindferðin at vera einar 13 til 18 m/s av norði og turt. Út á seinnapartin fer vindurin at minka, og ættin fer at snara í útnyrðing ella útnyrðing-norðan.

Í annaðkvøld er vindferðin 7 til 12 m/s og ælaveður við kava.

Hitin í dag fer at liggja um 4 til 5 stig, men tað fer at kølna út á seinnapartin. Í kvøld er hitin um frostmarkið.

Í nátt fer vindurin at minka eitt sindur afturat. Men ælaveðrið heldur fram.