Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Beinleiðis stroyming kl. 21

Jóhann Lützen

Countrykongurin og Ingibjørg Hansen syngja og spæla við sínum fólkum í kvøld, tá vit aftur hittast í tryggari fjarstøðu

Norðlýsið og Spaniastova hava aftur undirhalds- og samrøðusending í kvøld og hesaferð byrja vit kl. 21.00

Fyrr í vikuni frættu vit at vinnulívsmaðurin Hanus Hansen vitjar og nú kunnu vit avdúka at og Mimmy Vágsheyg, stjóri í Café Fríðu eisini tekur sæti í stólinum. 

Karin Kirke, lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík og Oddvør Josephsen, sum er næmingur á Tekniska Skúla verða eisini við. 

Hallur Joensen og Beddi syngja, umframt Ingibjørg Hansen við Magna Husgaard á tangentunum.