Hetta er fyrstu ferð síðan 2004, at kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir vinna FM í sama ári
Mjølnir eru á toppinum í Føroyskum flogbólti. Flogbóltsamband Føroyar hevur gjørt av, at enda landskappinina í ár nú og at stigatalvani í ymsu deildunum stendur. Korona smittan er orsøkin til hetta óvanliga stigi.
Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir eru nummar eitt í teirra deildum. Kvinnurnar liggja á odda við seks stigum, ímeðan menninir eru á odda við 10 stigum og kunnu tey sostatt kallað seg føroyameistarar.
Handanin av steypum og medaljum verður eftir ætlan í Klaksvík í morgin kl. 17. Tilmælini hjá heilsumyndugleikunum, í mun til at fólk savnast, fara sjálvsagt at merkja handanina.
Norðlýsið ynskir Mjølnir hjartaliga til lukku við gullkrúnunum!



