Samanlagt hava útvið 30.000 klikt seg inn á sendingarnar Saman í tryggari fjarstøðu. Vit eru ovfarin av góðu undirtøkuni og hyggja nú uppá hvussu vit gera framyvir.
Spaniastova og Norðlýsið hava tikið stig til undirhalds- og samrøðusendingina Saman í tryggari frástøðu. Hetta samstarvi er sprottið í kjalarvørrinum av korona smittuni, ið hevur merkt allan heimin. Samstarvið millum Spaniastovu og Norðlýsið hevur verið sera gott.
Higartil hava vit haft fýra sendingar. Vit hava gjørt okkum góðar royndir og hava fingið sera góða uppbakking frá øllum vit hava vent okkum til. Vit hava framleitt fýra sendingar, við senditíð úr einum tíma upp í næstan tveir tímar.
Innihaldsliga hava sendingarnar víst fjølbroytni í Klaksvík og Norðoyggjum.
Vit taka samanum í løtuni og hyggja nú hvussu vit gera framyvir. Tað skulu nógvir pengar til at framleiða í høgari góðsku og tað ynskja vit framhaldandi at gera. Tískil verður ongin sending nú leygarkvøldi, men vit hava vónir um at verða á skíggjanum hvørt leygarkvøld fram til feriutíðina í summar. Nærri verður at frætta í næstu viku.



