Visit Faroe Islands heldur fram við teirra framúr marknaðarføring av Føroyum
Visit Faroe Islands hava veruliga sett Føroyar á heimskortið. Tey hava vunnið hópin av marknaðarføringsvirðislønum og óivað fer seinasta átaki ikki at smæðast burtur.
Seinasta átaki er, at fólk kring knøttin kunnu stýra einum ferðaleiðara, sum er staðsettur ymsastaðni í Føroyum. Tey stýra við einum stýripinni, sum vit kenna tað frá telduspølum v.m., ja tey kunnu enntá fáa ferðaleiðaran at hoppa!
Higartil eru seks túrar fyriskipaðir og til tann triðja varð gingið í Klaksvík.
Kom við á túrin niðanfyri.



