Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Onki flaggdagshald á Vaglinum, men Jóannes Eidesgaard heldur flaggrøðu.

Havnar Hornorkestur

Fyri fyrstu ferð síðani 1947, verður ikki skipað fyri flaggdagshaldi á vaglinum í ár. Tað hava fyrireikararnir avgjørt, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og Coronaráðgevingina.

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, skuldi halda røðuna á Vaglinum.

Ístaðin verður røðan hjá Jóannesi Eidesgaard send í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, flaggdagin klokkan 15 – tá flaggdagshaldið vanliga er.

Vanliga savnast nógv fólk á Vaglinum í havn at heiðra merkinum, og skótar marsjera saman við Havnar Hornorkestri.

Glenn M. Samuelsen er formaður í Havnar Hornorkestri, sum hevur skipað fyri flaggdagshaldinum í havn øll árini:

– Vit harmast sjálvandi at ikki er møguligt at skipa fyri flaggdagshaldinum í ár, sum vit plaga. Men eftir umstøðunum vóru vit samd við Tórshavnar Kommunu og Coronaráðgevingina, at tryggast er ikki at skipa fyri flaggdagshaldi í ár sum vit kenna tað, tí nógv fólk savnast í miðbýnum í havn tá.

Vit fegnast tó um, at flaggdagssendingin verður í útvarpinum, har røðan hjá Jóannesi Eidesgaard verður at hoyra, umframt nakrir horntónar.

Havnar Hornorkestur ynskir øllum ein góðan flaggdag.

Við flaggdagskvøðu Havnar Hornorkestur