Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Óhugaligur útróður

Oliver Joensen

Nú er orsøkin til minkandi útróðurin ikki nøgdin sum fæst av fiski, heldur er tað fallandi prísurin á fiski sum øðrkymlar menn.

Líðhamar hevur verið norðanfyri og hevur selt á søluni í morgun 12.100 pund. Norðsøkið hevur verið vestari á og avreiðir 10.400 pund á Eiði. Heri Vang skipari á Norðsøka segði, at báturin fer á beding í komandi viku, men eftir tað visti hann ikki rættuliga hvat Norðsøki fór at finna upp á. Ein møguleiki er at fara til Íslands, ein annar kanska at royna við snellu eftir upsa undir Føroyum.

Janus Sørensen, skipari á Brandi sigur, at teir hava ikki verið úti seinastu dagarnar, tí hugurin er fallandi við fiskaprísinum.

Janus Rein, reiðari á Anru sigur, at Gundur er vestanfyri við Anru og hevur drigið einar seks stampar nú vit tosaðu við hann  og hevur eini 200 pund upp á stampin. Anru hevur verið einar 6 túrar seinastu tíðina, fiskiskapurin hevur ligið ímillum 6.500 pund og 10.500 pund.

Harleywoodpaint