Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tapti í kvøld

Jákup Ósá

Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ eftir koronasteðgin var spældur í kvøld.

KÍ vitjaði NSÍ við Løkin. Talan var um javnan dyst, har NSÍ í málmøguleikum helst hevði munin, og tí eisini vann uppiborið 2-1. NSÍ kom á odda í fyrsta minutti, tá Bárður J. Hansen legði væl innfyri til Petur Knudsen, sum skallaði bóltin í málið. NSÍ hevði aðrar stórar møguleikar at økja til 2-0. Mórits Heini Mortensen skallaði beint uppum og Meinhardt P. Joensen bjargaði brotssparki frá Peturi Knudsen. Besta møguleikan hjá KÍ hevði Ole Erik Midskogen, sum skeyt beint viðsíðuna av.

Í seinna hálvleiki vóru fáir málmøguleikar. KÍ javnaði um miðjan hálvleik tá Ole Erik Midtskogen javnaði eftir innlegg frá Jóannes K. Danielsen. Í 81 minutti skoraði Jann Benjaminsen sigursmálið við brotssparki.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Meinhardt P. Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Alessio Hyseni, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen. Í hálvleikinum og í seinna hálvleiki komu hesir inn: Jonn Johannessen, Steinbjørn Olsen, Børge Petersen, Sebastian Avanzini og Gulak Jacobsen.