Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landskassalánsbrøv

Zakarias Wang

Nú er komið fram, at landskassin skal lána yvir eina milliard.

Tað eru nógvir føroyskir smáspararar, sum nú vilja hjálpa landskassanum at fáa nakað av hesi upphædd til vega.

Hvussu kann tað gerast á lagaligasta hátt?

Vit hava jú fleiri peningastovnar. Teir eru allir førir fyri at skipa fyri søluni av landskassalánsbrøvum. Landskassin hevur áhuga í at kostnaðurin av søluni verður so lágur sum gjørligt.

Tað natúrliga í eini slíkari støðu er at bjóða hetta verkevni út millum føroysku peningastovnarnar. Tann av teimum, sum vil gera hetta arbeiði fyri lægstan prís fær tað.

Er áhugurin hjá føroyingum so stórur at keypa, at yvirteknað verður, so hevur landsstýrið tá ráð at seta onkur arbeiðskrevjandi tiltøk í verk. Tað hevði minkað um útreiðslurnar hjá arbeiðsloysistryggingini.

 

Zakarias Wang