Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vilja byggja skjótari og bíligari

Oliver Joensen

– Við hesum byggiblokkunum vilja vit hjálpa føroyskum familjum at byggja skjótari og bíligari, sigur Hans Petur Ellingsgaard, stjóri í fyritøkuni Vind.

Hans Petur greiðir frá, at tað eftirhondini eru fleiri hús í landinum, sum hava valt hesa loysnina frá teimum, og at afturmeldingarnar hava verið sera jaligar.

– Jú, fólk hava verið væl sera væl nøgd. Við hesi loysnini kann ein byggja húsini nógv skjótari enn hvat ein annars sær við meiri siðbundnu byggi hættunum. Vit hesi loysnini vera tíni hús liðug stoypt eftir heilt stuttari tíð, greiðir Hans Petur frá.


Lætt at fáast við

Størst fyrimunurin við byggiblokkunum er sambært Hans Peturi, at teir eru so lættir at fáast við.

– Hetta er sum vit kenna frá LEGO blokkunum – tú stáplar, og so læsast blokkarnir sjálvir. Blokkarnir kunnu tillagast og skerast til soleiðis, at teir passa við tekningarnar, og hetta verður gjørt við vanligum handverkaraamboðum.


Roynt við góðum royndum
Hóast hesir byggiblokkarnir sum Vind bjóða eru rímiliga nýggir her heima, so eru teir tó væl royndir í øðrum londum, sum eisini hava avbjóðandi veðurlag.

– Byggiblokkarnir hava verið nýttir síðani í 70árunum í millum annað Australia, Týsklandi, Eysturríkið og nógva aðrastaðni. Her hava blokkarnir staðið sína roynd. Harumframt hava vit eftirhondini veitt byggiloysnir kring landið alt, og royndirnar eru sera góðar.


Nógvir møguleikar
Byggiblokkarnir lata upp fyri nógvum møguleikum, greiðir Hans Petur frá.

– Bæði á inn- og útvegginum ber til at gera júst sum tú ynskir. Á útvegginum ber til at pussa beinleiðis á blokkarnar, men eisini ber til at klæða útveggin. Á innvegginum verður ofta klætt við tveimum løgum av gipsplátum, greiðir Hans Petur frá.

Til seinast leggur Hans Petur aftrat, at á heimasíðuni www.vind.fo ber til at lesa meira um byggiblokkarnar, og at man annars kann venda sær til Vind og fáa eitt ókeypis og óbindandi tilboð, uppá eini hús.

Harleyfacadeacryl